NSÍ?HB
Eingin ivi er í, at HB hevur verið djúpt í lummanum, tá teir fyrr í summar skrivaðu undir avtalu við Nocko Jockovic. Sunnudagin varð staðfest í Runavík, at íløgan í danska álopsspælaran hevur loyst seg. Nocko Jockovic skoraði bæði HB málini, og harvið sparkaði hann HB nærri FM heitinum og milliónini, sum teir síðani 1998 hava longst eftir at endurvinna.
Fremmandi álopsmaðurin fekk ikki so nógvan stuðul, sum HB liðið vanliga veitir fremstu monnunum. Men hann var støðugt við í spælinum, og hann skoraði tey bæði málini, sum bóru HB so nógv nærri móti meistaraheitinum.
Málskjúttin var sjálvandi ovurfegin, men hann vildi ikki hava, at tað snúði seg um hann:
? Talan var um kollektivt avrik. Um tað var eg ella onkur annar, sum skoraði málini, hevur ikki so nógv at siga. Í fyrra førinum var talan um geniala fríspæling frá Andrew av Fløtum, sum eg fekk uttaru síðu á fótinum undir, og í seinna førinum var málið púra opið, tá Jón Rói Jacobsen ? eftir at hava runnið tredivu metrar ? trillaði bóltin fyri føturnar á mær.
Var sigurin uppiborin?
? Fótbóltur snýr seg um at spæla seg til møguleikar og at skjóta mál, og tað vóru vit betri til enn mótstøðumenninir, segði Nocko Jockovic við Útvarp Føroya eftir dystarenda.
Jóannes Jakobsen, sum saman við Kári Nielsen hevur ábyrgdina av HB liðnum, var eisini væl nøgdur:
? Verjuspælið var sera gott hjá okkum. Framrættaða spælið var ikki so gott, sum tað kann vera, men tað ráddi um úrslitið, og tað kunnu vit ikki vera annað enn nøgdir við. Vit høvdu ikki nógvar stórar møguleikar, men vit skoraðu málini.
Tit vardu nógv í 2. hálvleiki?
? Tað var ikki ætlanin, at liðið skuldi liggja so aftarlaga. Vit áttu at havt verið einar tíggju til fimtan metrar longri frammi. Fjarstøðan til teir á toppinum gjørdist ov stór, og tað gekk út yvir álopsspælið. Men alt í alt kunnu vit ikki vera annað enn nøgdir.
Nú liggur leiðin til FM heitið opin?
? HB hevur gott fólk, og tað var týdningarmikið, at HB aftur megnaði at vinna lykladyst. Vit ætla at vinna hvørja ferð, og um tað eydnast, so fer at síggja ljóst út. Hetta var forloysingin, segði væl nøgdi Jóannes Jakobsen við Útvarp Føroya.