1492
Evropear (Columhus) finna Amerika
1562
Fyrsta góðkenning bretsku stjórnarinna av trælahandli; 300 trælir, sum breta hava útvega sær, ferða førdir til Hispaniola (nú Haiti/Dominikanska Lýðveldið)
1565
Spaniólar føra trælir til St. Augustine (nú Florida)
1619
Afrikanarar, sum verða førdir til Jamestown í Virginia, eru fyrstu trælir, sum eru førdir inn í bretsk hjálond.
Evropeiskur handil við afrikanskum trælum tekur dik á seg. Leiðandi landið á hesum øki er Holland, men Spania, Portugál, Ongland, Frankaríki og Danmark eru eisini væl við. Sukurdyrkanin á vestindisku oyggjunum er eisini stór. Trælir verða innfluttir bæði til Norður- og Suðuramerika.
1658
Danir taka ein svenskan skansa, Carlsberg, nú Cape Coast Castle, á Gullstrondini.
1666
St. Thomas í Vestindia verður hersett.
1673
Danir byggja Christiansborg skansa á Gullstrondini (er nú í høvuðsstaðnum Accra)
1711
St. Jan í Vestindia verður hersettur
1712
Ongland fær 30 ára einkarrætt upp á trælahandil frá Spania
1713
Ongland verður størsti handlandi við afrikanskum trælum.
1733
Danir keypa St. Croix. Tríggjar oyggjar í Vestindia eru nú donsk hjálond til 1917
1776
USA verður sjálvstøðugt, »Declaration of Independence« verður undirskrivað.
1777
Trælir verða frælsar í Massachusetts USA, trældómur verður avsagdur í Pennsylvania.
1787
The Society for the Abolition of the Slave Trade verður sett á stovn í Onglandi. Ein lítil koloni fyri frælsar trælir verður grundløgd í Sierra Leone, Vesturafrika.
1791
Freetown, Sierra Leone verður grundlagdur.
1792
Danski Fríðrikur krúnprinsur sendir út heimsins fyrstu lóg, sum bannar trælahandli: Forordning om Negerhandlen. Danskur trælahandil verður størri enn nakrantíð fyrr, tá lógvin ikki skal setast í gildi fyrr enn í 1803.
1793
Bummulsframleiðslan í suðurstátunum í USA økist, bummullin verður primera grøðin, økið gerst bundið av lrælaarbeiði.
1803
Danskt forboð móti trælahandli
1807
Enskt forboð móti trælahandli
1808
Kongressin í USA bannar innflutningi av afrikanskum trælum.
1817
»American Society for the Return of Negroes to Africa« verður sett á stovn.
1820
Liberia í Vesturafrika, granni hjá Sierra Leone, verður stovnað sum koloni fyri amerikanskar afrikanar.
1820-1823
verða 1500 svørt send til Afrika av American Colonization Society.
1822
Liberia verður stovnsett sum afrikonsk koloni fyri frælsar amerikanskar trælir.
1824
Trælahald verður avtikið í Miðamerika
1826
Brasilia steðgar trældómi.
1833
Ongland steðgar trældómi.
1839-1842
Amistadmálið
1848
Danmark og Frankaríki banna trælahaldi.
Í donskum Vestindia sigur Peter von Scholten, guvernørur, at nekarar eru frælsir.
Kolveltingar í Evropa - fyri fólkaræði.
1850
Danmark selur Gullstrondina
1861-1856
Borgarakrígg í USA
1863
USA bannar trælahaldi. Emancipation Proclamation verður undirskrivað av Lincoln forseta.
1866
14th Amendment (grundlógarbroyting) tryggjar borgararættindum eisini galdandi fyri nekarar.
1869
15th Amendment - atkvøðurættur kann ikki noktast vegna rasu, lit ella fyrrverandi trælastatus.
Ongland verður størsti handlandi við afrikanskum trælum.