Nevndin í felagnum Føroysk Fjølmiðlafólk: Jón Brian Hvidtfeldt, formaður, Øssur Winthereig, næstformaður, Uni Arge, nevndarlimur, Beate Emilie Lindenskov Samuelsen, nevndarlimur, John Johannessen, nevndarlimur, Krista Johnsdóttir Kruse, varalimur, Jens Kristian Vang, varalimur

Nøkur starvsfólk í KVF stuðlaðu ikki sjúkrarøktarfrøðingum

Hóast endamálið hjá Starvsfelagnum við samhugaverkfalli millum annað var at leggja Kringvarpið lamið, so eydnaðist tað ikki, tí nøkur starvsfólk í Kringvarpinum kortini vóru til arbeiðis í gjár

Nevndin í felagnum Føroysk Fjølmiðlafólk: Jón Brian Hvidtfeldt, formaður, Øssur Winthereig, næstformaður, Uni Arge, nevndarlimur, Beate Emilie Lindenskov Samuelsen, nevndarlimur, John Johannessen, nevndarlimur, Krista Johnsdóttir Kruse, varalimur, Jens Kristian Vang, varalimur

Tað var ikki semja millum starvsfólk í Kringvarpinum um at fara í samhugaverkfall við sjúkrarøktarfrøðingunum í gjár. Tí vóru millum annað sendar tíðindasendingar og Breddin, næstan sum um einki var hent.

 

Orsøkin er, at nøkur av starvsfólkunum í Kringvarpinum ikki eru organiserað í Starvsfelagnum, sum er felagið fyri starvsfólk í almennum starvi og sum hevur sáttmálaøkið fyri øll starvsfólk í Kringvarpinum uttan fyri leiðsluna.

 

Men orsøkin er, at nøkur av tíðindafólkunum í Kringvarpinum ikki eru limir í Starvsfelagnum, men í felagnum Føroysk Miðlafólk – tað er felagið, sum fyrr æt Blaðmannafelagið, og sum hevur sáttmálarættin fyri tíðindafólk á bløðunum og í privatu miðlnum annars. Tey samráðst við Føroyar Arbeiðsgevarafelag um lønarsáttmálar. Starvsfelagið samráðist við Fíggjarmálaráðið um lønarsáttmálar fyri tíðindafólkini í Kringvarpinum.

 

Men Felagið Føroysk Miðlafólk stuðlaði ikki hinum fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum í gjár og fór ikki í samhugaverkfall. Jón Brian Hvidtfeldt er formaður í Føroysk Miðlafólk. Vóru hann og limir hansara streykubrótarar í gjár sum gjørdu, at Kringvarp Føroya kundi senda tíðindasendingar og Breddan sum um einki var hent, hóast fakfelagið á økinum, Starvsfelagið, hevði lýst samhugaverkfall?

 

– Eg skilji væl, um onkur hugsar, at vit eru streykubrótarar, men tað eru vit ikki, sigur Jón Brian Hvidtfeld.

 

Hann sigur, at felagið vildi halda halda seg óheft frá konfliktini millum Sjúkrarøktarfrøðingarnar og Starvsfelagið.

 

– Men vit tóku ikki upp verkfalsrakt arbeiði. Og tað merkti ítøkiliga, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, at:

 

• Limir felagsins í Kringvarpinum møttu til arbeiðis, sambært galdandi vaktarskema fyri tann einstaka.

 

• Limir felagsins gjørdu bara frammanundan ásett arbeiði, einki annað.

 

• Limir felagsins kundu ikki flytast til aðrar uppgávur í Kringvarpinum.

 

• Limir felagsins, sum hava frí sambært vaktarskema, kundu ikki boðsendast til arbeiðis.

 

Jón Brian Hvidtfeldt sigur, at Føroysk Fjølmiðlafólk seta prinsippið um óheftni fremst og virða tey stig, sum onnur feløg taka.

 

– Tað merkir m.a., at Føroysk Miðlafólk høvdu ikki góðtikið møguligar “kreativar” loysnir í tí serstøðu, sum valdaði á arbeiðsmarknaðinum í gjár, tá Starvsfelagið hevði lýst 24 tíma samhugaverkfall.

 

Spurdur um hann ikki er bangin fyri at Føroysk Fjølmiðlafólk kunnu rokna við at koma í eina keðiliga støðu, tá og um tey einaferð hava brúk fyri stuðuli frá hinum feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum í eini arbeiðskonflikt hjá limum í Førysk Fjølmiðlafólk, svarar hann, at hann hevur ikki hug at viðmerkja eina slíka hugsaða støðu.

 

Staðfestast kann so, at fakfelagið Føroysk Fjølmiðlafólk hesaferð gjørdi, at tað ikki eydnaðist Starvsfelagnum at leggja Kringvarpið lamið av samhugaverkfalli. Í gomlum døgum var tað soleiðis, at bara stjórin var til arbeiðis í Kringvarpinum, tá verkfall var, til dømis tá Jógvan Jespersen var stjóri. Tá hevði hann bara onkrar hissini tíðindasendingar einsamallur, tá verkfalsstøða var. Men í gjár sendi Kringvarpið tíðindasendingar, kunngerðir og Breddan, næstan sum um einki var hent.

 

(Seinni hava vit eina viðmerking frá Súna Selfoss, formanni í Starvsfelagnum)

 

Nevndin í felagnum Føroysk Fjølmiðlafólk: Jón Brian Hvidtfeldt, formaður, Øssur Winthereig, næstformaður, Uni Arge, nevndarlimur, Beate Emilie Lindenskov Samuelsen, nevndarlimur, John Johannessen, nevndarlimur, Krista Johnsdóttir Kruse, varalimur, Jens Kristian Vang, varalimur