Fert tú á ólavsøku í ár?
- Ja, eg fari, og vit hava eina sera siðbundna ólavssøku. Sonurin og verdóttir okkara búgva í mínum barnaheimi í Rabarbukvarterinum, og her samlast familja og kenningar ólavssøkuaftan.
Tað sigur Johan Mortensen.
Hann heldur fyri, at tað er stuttligt at síggja, hvussu livandi Rabarbukvarterið er vorðið.
- Vit plaga at vitja ymiskar framsýningar, sum eru á ólavsøku og annars spáka gjøgnum miðbýin og hitta kenningar.
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Eg vildi ynskt, at eisini klassiskur tónleikur fekk innivist í kirkjuni og við Tinghúsvøllin ólavsøkudag. Vit eiga so dugandi tónleikarar í Føroyum.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- Tað er stuttligt at síggja vakra búnan og síggja allar tær fremmandu tjóðirnar, sum hjálpa okkum at byggja land og eisini luttaka í ólavsøkuhaldinum.
Johan heldur fyri, at hetta er eisini teirra hátíð, og tey eru so hjartaliga vælkomin her á landi.
Hvønn týdning heldur tú, at tjóðarhátíðin hevur?
- Ólavsøkan hevur risastóran týdning fyri okkara tjóðarfatan og samleika, og hon er fyri alla tjóðina.
Hann heldur, at tað eru nógv, sum gera eitt fantastiska gott arbeiði í samband við ólavsøkuna.
- Eg vil rósa tí fantastiska arbeiði sum verður gjørt fyri okkara kappróður - og stórt rós til Súna Merkisstein og hansara fólk.
Johan Mortensen sigur, at tað er hansara ynski at uppliva eina ólavsøku, har Føroyar hava lýst seg sum sjálvstøðugt land og eru vorðnar ein sjálvstøðug tjóð.
- Ta ólavsøkuna gleða vit okkum til, sigur hann at enda.











