Hann hevur víst sínar veruligu dygdir seinastu dystirnar.
Gilli Rólantsson Sørensen kom frá TB til KÍ fyri reiðiliga einum ári síðan. Eftir nakað av smáskaðum í fjør hevur Gilli tikið av avbjóðingin og víst sannførandi dygdir. Hann er ein leikari við drúgvum royndum á høgum stigi og kann røkja fleiri pláss á vøllinum. Leiðslan í KÍ fegnast um, at hann hevur valt at halda fram til og við 2028.
Um sítt val sigur Gilli: - Eg eri sera takksamur og eyðmjúkur fyri at hava skriva undir ein 2 ára sáttmála við KÍ. Her eru krøvini stór, og tað hóskar mær væl. Eg havi fingið spælt meira og meira, og tað eri eg sera takksamur fyri. Umstøðurnar í felagnum eru framúr, og tað ger tað lætt at trívast, tá so nógv orka verður løgd í fótbóltin hvønn einasta dag. Eg vil eisini takka øllum teimum, sum stuðla okkum, koma til dystirnar, og øllum teimum, sum leggja eitt stórt arbeiði í felagið hvønn dag. Uttan tykkum hevði hetta ikki verið gjørligt. Eg havi framvegis nógv at geva og eri spentur uppá tað, sum liggur frammanfyri.
KÍ ynskir Gilla hjartaliga til lukku og bestu eydnu í kongabláu troyggjuni komandi árini.











