Ólavur fær sín fyrsta føroyska vest á ólavsøku

- Tey bestu minnini, eg havi um ólavsøkuna, eru, tá eg sum lítil smádrongur fór saman við ommu og mammubeiggja mínum til eydnuhjólið í KFUK, sigur Ólavur á Váli Olsen 

 

Fert tú á ólavsøku í ár? 

- Ja, planurin er at halda ólavsøku saman við damuni, vinum og familju.

Soleiðis sigur Ólavur á Váli Olsen. 

- Plagar tú at vera á ólavsøku?  

Ja, eg haldi, at eg havi verið á ólavsøku hvørt ár so langt aftur, sum eg kann minnast. 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?  

- Eitt tað besta við ólavsøkuni er, at tú gongur oman og niðan gjøgnum miðbýin og prátar við fólk. Ofta møtir tú fólki, tú ikki hevur sæð í fleiri ár. Tað er altíð stuttligt. 

Ólavur á Váli Olsen vísir á, at í ár hevur daman hjá honum broderað hansara fyrsta føroyska vest.

- So, hendan ólavsøkan verður nakað heilt serligt, heldur hann fyri. 

Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?    

- Ólavsøkan hevur verið fastur táttur á hvørjum ári, og eg haldi ikki, at eg ordiliga sakni nakað við tjóðarhátíðini. 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar? 

- Tað eru nakrar ólavsøkur, tú minnist fram um aðrar. Tey bestu minnini, eg havi um ólavsøkuna, eru, tá eg sum lítil smádrongur fór saman við ommu og mammubeiggja mínum til eydnuhjólið í KFUK.

- Tað var hetta, sum ólavsøkan tá handlaði um, sigur Ólavur á Váli Olsen brosandi.