Nógv bíligari enn Atlantic

Skalt tú ferðast til Íslands, kann seðilin keypast munandi bíligari hjá Air Iceland enn hjá Atlantic

1.822 krónur. Tað var munurin millum at keypa ferð úr Vágum til Reykjavík á heimasíðunum hjá ávíkavist Atlantic og Air Iceland, tá ein føroyingur herfyri ætlaði at keypa sær flogferð til Íslands. Á heimasíðuni hjá Atlantic kostaði ferðin tann 29. september 3.180 krónur, meðan sama ferð í sama flogfari kundi keypast fyri 1.358 krónur á síðuni hjá Air Iceland.

 

Vit hava í kvøld roynt sama keyp við fráferð úr Vágum 3. oktober. Her vísir tað seg, at tú hjá Atlantic kanst keypa ferðina fyri 2.750 krónur. Hjá Air Iceland er kostnaðurin €188, svarandi til beint undir 1.400 krónur. Soleiðis er munurin ikki longur heilt so stórur, sum hann var, tá áður nevnda viðskiftafólk skuldi keypa sína ferð, men framvegis er ferðaseðilin frá Atlantic við Atlantic nærum tvífalt so dýrur, sum tá hann verður keyptur umvegis aðrar heimasíður.

 

Verður hugt at ferðaseðlunum, so tykist munurin vera, at tú á heimasíðuni hjá Atlantic bert kann keypa full-flex ferðaseðil, meðan tað ber til at keypa bæði semi-flex og sonevndan net-offer ferðaseðil hjá Air Iceland.