Nógv forvitnisligt á skrá á stórum eldradegi

Á tiltakinum fer Jens H. Jensen, formaður í eldraráðnum hjá VEKS, at bjóða vælkomin

 

Leygardagin hin 28. februar klokkan 15 verður stórt eldratiltak á Miðnámi í Vestmanna, sum er ætlað øllum í aldrinum 60 ár og eldri.

 

- Her verður sangur, fyrilestur, hugni og samvera, og tiltakið er ókeypis, siga tey í eldraráðnum í VEKS-samstarvinum, sum sipa fyri.

 

Ein áhugaverd ská er løgd fyri eldradagin, og her verður nógv ymiskt og viðkomandi á skánni. 

 

Á tiltakinum, sum verður skotið í gongd klokkan 15, fer Jens H. Jensen, formaður í eldraráðnum hjá VEKS, at bjóða vælkomin, og síðan verður felagssangur.

 

Tað næsta, sum hendir, verður, at Lív Mikkelsen frá Alzheimerfelagnum, fer at greiða frá um demens og um at vera avvarðandi.

 

Tá klokkan nærkast 16 fara Ólavur Højgaard og Niels Olsen at framføra tveir sangir, og síðan verður kaffisteðgur.

 

Eftir steðgin, fer Frida J. Dam, ráðgevi í Kvinnuhúsinum, at greiða frá um ymisk sløg av harðskapi í parløgum og nærsambondum.

 

Klokkan 17.10 fara Ólavur Højgaard og Niels Olsen aftur at framføra tveir sangir, og síðan fer Jonhard Mikkelsen at greiða frá um gomlu Fitjahúsini.

 

Jonhard fer eisini at greiða frá um framtíðarætlanir, eins og hann eisini fer at vísa myndir.

 

Klokkan 17.40 fer Jákup Andreasen, nevndarlimur í eldraráðnum, at taka samanum, og eldradagurin í Vestmanna endar við felagssangi klokkan 17.50.