Í kvøld verða tvey tvær av seinnu fjórðingsfinalunum í Champions League. Tvey lið verða sorteraði frá og Í báðum førum er talan um spennandi uppgerðir. Verandi vinnararnir úr Real Madrid vunnu 2-0 á Chelsea í Madrid, meðan AC Milan vann italsku uppgerðina móti Napoli á San Siro 1-0. Nú hava avbjóðararnir heimavøll.
Real Madrid – Chelsea 2-0 (Karim Benzema 21, Marco Asensio 71)
Klokkan 20.00
Hetta er ein endurtøka av fjórðingsfinaluni í fjør. Tá vann Real Madrid 5-4, eftir at hava verið við undirlutan. So tóku menn sum Karim Benzema og Luka Modric yvir. Teir er einki eldir og spældu eins væl í fyrru hálvfinaluni.
Real Madrid vísti sítt Champions League spæl fram í fyrra dystinum og vann 2-0. Karim Benzema legði heimaliðið á odda í fyrra hálvleiki og aftaná ein tíma fekk Ben Chilwell beinleiðis reytt kort, fyri at brúka neyðbremsuna. Síðani økti Marco Asensio til 2-0.
Væntaðar uppstillingar:
Chelsea: Arrizabalaga; Fofana, Thiago Silva, Chalobah; James, Kanté, Fernández, Cucurella; Mudryk, Havertz, Sterling
Ikki við: Broja, Chilwell (leikbann), Koulibaly
Real Madrid: Courtois; Carvajal, Militão, Alaba, Camavinga; Modrić, Kroos; Valverde; Rodrygo, Benzema, Vinícius
Ikki við: Mendy
AC Milan – Napoli 1-0 (Ismael Bennacer 40)
Klokkan 20.00
Tað hevur verið fýrverk og órógv uttanfyri gistingarhúsið hjá AC Milan í nátt. Tað er fótbóltsfebur í Napoli, nú liðið í býnum fer at vinna fyrsta meistaraheitið síðani Diego Maradona spældi í ljósabláu troyggjuni.
Heimaliðið kann gleðast um at stjørnuáleyparin, Victor Osimhen, er við aftur. Hann var skaddur til fyrru uppgerðina, sum AC Milan vann 1-0 á San Siro. Tíverri fyri Napoli bleiv stinni miðvallarin, Andre Zambo Anguissa, útvístur í fyrru uppgerðini og hevur leikbann í kvøld.
Søguliga er AC Milan eitt størri felag enn Napoli. Teir reyðu og svørtu úr norðuritalska býnum Milano hava vunnið Champions League sjey ferðir, men í ár er Napoli omaná. Í Seriu A eru 22 stig á munin millum hesi feløgini, men ein innanhýsis dystur í landskappingini fyri nøkrum vikum síðani, hevur sett spurnartekin við favorittleiklutin hjá Napoli. AC Milan vann nevniliga 4-0 á Diego Armando Maradona leikavøllinum í Napoli.
Tað er lagt upp til eina spennandi returuppgerð í Napoli í kvøld.
Væntaðar uppstillingar:
Napoli: Meret; Di Lorenzo, Rrahmani, Juan Jesus, Olivera; Lobotka, Elmas, Zieliński; Lozano, Osimhen, Kvaratskhelia
Ikki við: Kim (leikbann), Simeone, Zambo Anguissa (leikbann)
AC Milan: Maignan; Calabria, Tomori, Kjær, Theo Hernández; Tonali, Krunić; Diaz, Bennacer, Leão; Giroud