Nógv tilrigging til Sjómannadagin

Tað er nógv tilrigging á vestara keiøki í løtuni, har mongu serstøku sjómannadagstiltøkini fara av bakkastokki í morgin, leygardagin.

Tað er nógv tilrigging á vestara keiøki í løtuni, har mongu serstøku sjómannadagstiltøkini fara av bakkastokki í morgin, leygardagin.


Onkur av verjuskipunim eru komin, Brimil og Trithon, men eisini ein áhugaverdur ferniseringur úr Íslandi Húni II. Í morgin kl. 9 koma seglskipini á Klaksvík og leggja at bryggj innast í krókinum við langu-kai. Jóhanna, Westward Ho, Norðlýsið, Dragin, Torshavn og aðrir motorbátar.


Húni II
Tað er eitt áhugafelag á Akureyri, sum eigur henda bátin, sum er bygdur á Akureyri í 1963. Eldsálir har hava ognað sær skipið at varðveita. Um vetrarnar hava teir opið skip hvønn leygardag, har fólk eru vælkomin umborð til eitt prát og ein kaffimunn.


Á sjómannadegnum leygardagin, fara tey - 11 mans og 6 kvinnur, at hava opið skip. Umboðsmaður teirra, meðan tey eru her, er Victor Dánjalsson, sum eisini var umborð, tá ið vit vóru framvið.


Stóri Pallur
Vegna verðri, sum nokk verður lágætt, er stóri pallur settur niðan undir Norðoya Fornminnasavn. Har verður gjørdur ein rúmligur pallur til tær ymisku kappingarnar og tiltøkini annars, sum vera á sjómannadegnum.


Niðanfyri legst til við fiski og skeljadrjórum í kørunum.


Pappa´s Barn
Niðri á kaiini gekk Jógvan Hansen, frá Kósin Seafood saman við tveimum monnum í búna, har skrivað var á: Pappa´s Barn – Fish & Chips. Pappa´s Barn kann týðast til løðan, fjósið ella hoyggjhúsið hjá pápa.


Teir hava verið við í stórari kapping um alt Ongland, um at gera besta Fish & Chips-borðiskin. Í suður Onglandi eru teir vinnarar av hesi serstøku kapping, sum hevur verið millum hópin av veitarum.


MEN, leggur Jógvan Hansen afturat, teir nýttu rávøru frá Gadus, sum helst er loyndarmálið aftanfyri, at teir vunnu kappingina.


Tí hevur Kósin Seafood boðið hesum røsku monnunum frá Pappa´s Barn at vera við á Føroya Sjómannadegi, har teir leygardagin fara at bjóða henda framúr góða rætt við rávøru frá Kósini, sjálvandi – segði Jógvan Hansen við einum smíli.


Jú, nógv er at gleða seg til í morgin, har veðrið sigst spæla við eisini.


Tekst & Myndir: Dávur Winther