Í dag hevur Sandfrakt skipað upp góðar 220 rummetrar av gróti, skervi og sandi, sum skal brúkast til vegarbeiði, umvælingar av svimjihylinum og ein partur til nýtt bíðirúm, sum skal byggjast á Eiðinum.
Talan var um 140 sekkir á 1,2 tons av gróti, 60 sekkir av sandi og 20 sekkir av skervi, sum kemur rættiliga væl við. Hesin mátin at flyta tilfar uppá er munandi betri og skjótari enn við t.d Rituni, sum ikki tekur so nógv.
Sandfrakt legði at kl. 08.30 í morgun og sigldi avstað aftur kl. 13. Ein kranabilur hjá Kanjon og ein stórur traktorur við last og krana koyrdur tilfarið niðanfrá uppá skift. Tríggir mans tóku í móti og høvdu nóg mikið við at krøkja úr.
Staðbundni maðurin hjá kommununi, Eyðum Jacobsen var ovurfegin, tí við hansara amboðum hevði tað tikið fleiri dagar at fingið tilfarið niðan frá, helt hann fyri.
Nýggja havnarlagið, sum Kanjon hevur hækkað við ½ m og longt 10 m, umframt at ein verjugarður er gjørdur, hevur longu hjálpt munandi um, og fegnast skipararnir á Rituni um hetta munandi framstigið á farleið teirra.
Sama segði skiparin ár Sandfrakt, Ólavur Poulsen, sum helt, at nú kunnu allir bátar leggja at her, bara ættin er tann rætta.
Jú, hugaligt er, at fáa so nógv tilfar at arbeiða við, og at tað er so lættligt at fáa skipa upp, eins og fáa tað til høldar.
##med2##
undefined
undefined
undefined
undefined
undefined
undefined
undefined
##med27##
undefined
undefined
undefined