Nógvur countrytónleikur á Hálsi í annaðkvøld

Hallur Joensen, Magni Christiansen og Four Menh fara á pall á Hálsi í annaðkvøld

Tað verður nógvur countrytónleikur at hoyra í høllini á Hálsi í annaðkvøld, tá ið Hallur Joensen, Magni Christiansen og aðrir góðir bygdarmenn fara at spæla til dans í høvuðsstaðnum. 

 

Við nýggjasta hittinum, "Lívið er ein lítil løta", hevur Hallur Joensen enn einaferð hugtikið og víst sínar sangdygdir, og í annaðkvøld sleppa fólk at hoyra klaksvíkingin live við Lívinum og øllum hinum fólkakæru løgunum hjá Halli.

 

Magni Christiansen er eftirhondini vorðin forkunnigur gestur á dansistøðunum, men tað hevur eydnast fyrireikarunum at fáa dugnaliga vestmenningin aftur á pall, og tey, sum smelta fyri Shakin Stevens, Alan Jackson og øðrum góðum, kunnu rættiliga gleða seg.

 

Umframt Hall og Magna spæla eisini vælumtóktu Four Menh úr Fuglafirði til dansin. Á reportoirinum hava teir vælsvingandi country- og popptónleik, bæði føroyskan og útlendskan à la Billy Joel, Ray Charles og The Beatles, so tað verður ein rættiliga breið vifta borðreitt verður við.

 

Tað er stuðulsfelagið hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn, sum skipar fyri dansinum. Hetta er árligt tiltak, og sum altíð verður høllin prýdd til endamálið.