Nokia fer nú inn á tann støðugt vaksandi marknaðin fyri smáar farteldur, tær sokallaðu netbooks.
Hetta er eitt heilt nýtt øki fyri Nokia. Nokia kallar sína netbook »Booklet 3G«, og sum navnið avdúkar verður tað við innbygdum 3G tráðleysum internetsambandi.
Harafturat fær Booklet 3G óvanliga langa livitíð á battaríunum ? heilar 12 tímar.
Eisini á øðrum økjum verða eginleikarnir betri enn hjá flestu kappingarneytunum. Eitt nú verður innbygdur GPS og forritið Nokia Maps í Booklet 3G, eins og bæði tráðleyst Bluetooth radiosamband, SD-kortlesari, WiFi internetsamband við meira.
Harumframt verður eisini HDMI-videoútgangur til HD-video. Hetta bendir á, at tað verður eitt sterkari videokort ella prosessari í netbookunum hjá Nokia enn hjá kappingarneytunum.
Frá nýggju Booklet 3G verður millum annað atgongd til fleiri at somu tænastum, sum eru kendar frá fartelefonunum hjá Nokia, so sum Ovi-tænastur og Nokia Music Store.
Stýrisskipanin er Windows, prosessarin er ein Intel Atom og skermurin er upp á 10 tummar og í HD upploysn.
Uttaná er Booklet 3G klødd við aluminium, og samlaða vektin er niðri á 1,25 kilo.
Júst nær og til hvønn prís Booklet 3G kemur á gøturnar, vil Nokia fyrst avdúka á Nokia World messuni í Stuttgart tann 2. September. Tá verða eisini fleiri av smálutunum í nýggju fartelduna avdúkaðir.