Noktar at vitna í Breivik-málinum

Verjarnir hjá Anders Behring Breivik hava biðið rættin senda boð eftir søgufrøðinginum Hanna Nabintu Herland til at vitna í rættinum, men tað vil hon ikki.

-Verði eg sett í fongsul, tí eg sýti fyri at vitna, so mugu tey gera meg til politiskan pínslarvátt. Eg nokti at luttaka í hasari drápsmansframsýningini, har hann og hansara verjar royna at geva drápsmanninum sympati í fjølmiðlunum, skrivar Hanna Nabintu Herland (myndin) í Aftenposten í dag.

Hanna, sum er serfrøðingur í átrúnaðarsøgu, skuldi eftir ætlanini vitna tann 1. juni, men hon skrivar í Aftenposten, at hennara frágreiðing hevur ongan týdning fyri avgerðirnar í málinum.