Norðborg størri framleiðsluorku

Einar 2-3 vikur um ársskiftið fer Norðborg at liggja í Klaksvík, har tvær flakamaskinur skulu setast í skipið aftrat. Skipið fær eisini fleiri skrædlarar og vacum-súgvarar. Tá nýggjasta skipið í føroyska fiskiflotanum Norðborg gevst at fiska til jólar, fer skipið úr vinnu í einar 2-3 vikur. Ymiskar justeringar skulu gerast, og haraftrat skal skipið hava tvær nýggjar flakamaskinur.

Norðborg hevur sum er sjey flakamaskinur, men tá skipið loysir aftur fyrst í komandi ári, verða maskinurnar níggju í tali. Sum er, eru skrædlarar og vacum-súgvarar til tríggjar av maskinunum, men nú skulu allar maskinurnar hava hesa útgerð.

Vacum-súgvari verður brúktur til at taka innvølan úr eitt nú svartkjafti, sum verður skráskorin og heilfrystur.

Norðborg keypti í sínari tíð tvær góðar flakamaskinur frá P/F Nærabergi, og tað eru hesar maskinurnar, sum nú skulu setast í skipið.

Onnur útgerð, sum eisini skal instalerast, kemur úr útlandinum til jólar.

Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sigur, at skipið kemur at liggja í Klaksvík, og tað verða tríggjar smiðjur í Klaksvík, sum skulu gera arbeiðið.

Reiðari letur annars hampiliga væl at gongdini, síðan Norðborg fór fyrsta túrin hin 6. juni í ár.

- Skipið er nú á sínum níggjunda túri. Tað kundi havt gingið betri, men tað kundi eisini havt gingið munandi verri. Sum er, hongur verkætlanin saman, sigur Kristian Martin Rasmussen.