Marknaður
Vørurnar, sum Norðfra í Norðdepli bjóðar út á heimamarknaðinum, eru eitt nú hesar: Hýsu-og toskafløk (við ella uttan rasp, heil ella skorin í bitar), ræstur fiskur (við skræðu/ ongari skræðu), lættsaltað toskaflak, kalvapettir, reyðsprøkufløk, havtaskuhalar, havtaskufløk og skøturavar.
Norðfra framleiðir eisini fiskasuppu. Í pakkanum er alt, sum tær tørvar fyri at gera eina skjóta, vælsmakkandi og heilsugóða máltíð. Tað einasta, tú setir til suppupakkan, er vatn. Tilgerðartíðin er 15 minuttir, og tá hevur tú suppu upp í 6 borðiskar fyri 55 krónur.
Á heimasíðuni verður greitt frá uppskriftum hvussu vøran kann virkast til leskiligan mat av ymiskum slagi.
Faldarar um úrval
Norðfra hevur eisini gjørt faldara við vøruskrá, sum fevnir um ta útboð av fiskamati, ið virkið framleiðir.
Í vøruskránni eru bæði upplýsingar um stødd á eskjum og prísurin fyri vøruna, samlaður prísur og kiloprísur.
Ein vørulýsing er eisini, sum greiðir frá teimum vørum, ið felagið selir fyri stóru svensku fyritøkuna, Abba Seafood.
Her er talan um ymiskar sildavørur og vørur úr rognum og krabba, sum eisini fáast í tupum. Tú skrúvar bara tøppin av og so er viðskerin klárur til nýtslu.
Sild og mentan
Ymiskar uppskriftir fylgja eisini lýsingini yvir vørurnar hjá Abba Seafood.
- Sild hevur verið fastur partur av føroysku matmentanini og føroyska køkinum í mong ár. Sildin hóskar væl til mong endamál bæði ta fínu veitsluna og ta løttu máltíðina. Einki smyrjibreyðsborð uttan sild.
Á heimasíðuni hjá Norðfra verður víst á, at vørurnar, sum Abba Seafood framleiðir, gera tað lætt at matgera. Ymisku sløgini gera eisini, at tú ikki gerst troyttur av sildini.
Faldararnir kunnu bíleggjast við at seta seg í samband við Norðfra.
Útkoyring av vøru
Á heimasíðuni sæst eisini, nær fólk kring landið kunnu fáa tær vørur, sum bílagdar verða úr Norðdepli.
Í stuttum kann sigast, at Norðfra koyrir vørur ú í Klaksvík og Norðoyggjum, har landafast er, hvønn gerandisdag eftir klokkan 16.
Á meginlandinum, Eysturoy, Norðurstreymoy, Vágum og í høvuðsstaðarøkinum, fáast vørur beinleiðis úr Norðdepli eftir eini fastari skipan aðru hvørja viku.
Á heimasíðuni verður tó lagt aftrat, at til ber eisini at fáa vørur í úrtíð.
Heimsins besti!
- Vit eru veitari av fyrstafloks fiskavørum til føroysku heimini. Okkara endamál er at gera tað møguligt hjá einum og hvørjum í Føroyum at njóta tann góða fisk, sum fæst úr heimsins reinasta havumhvørvi.
Á heimasíðuni gevur Norðfra eisini vitjandi høvi at gera viðmerkingar til "konseptið", sum virkið bjóðar.
- Tínar viðmerkingar eru við til at gera okkara konsept betur, sigur felagið.
Easyfisk í DK
Norðfra kunnar eisini um samstarvsfelagan í Danmark, sum er at finna á Easyfisk.dk
- Tað eru føroyingar, sum búleikast í Danmark, ið selja somu góðu vørur, sum Norðfra selir á heimamarknaðinum í Føroyum. Hesir selja bæði til privat viðskiftafólk og til vinnurekandi, sigur Norðfra, sum rættiliga hevur gjørt seg galdandi við sínum fiskavørum á føroyska marknaðinum.
Í Sosialinum týsdagin vístu vit á, at av einum umsetningi í fjør upp á slakar 20 mió krónur, stavaði umleið ein fjórðingur av søluni hjá Norðfra frá føroyska heimamarknaðinum.