Norðmenn givið loyvi at fiska sild í Finnmørkini

Norðmenn hava givið loyvi at veiða sild á einum avmarkaðum øki í Finnmørkini, men bara til skip undir 21,35 metrar. Eftir at norðhavssildastovnurin í nøkur ár ikki bara hevur gýtt inni á norsku firðunum, men er farin út á gomlu gýtingarleiðirnar, hevur verið nógv trýst á norsku mynduleikarnar, um at sleppa at veiða sild eisini í Finnmørkini.

Tað at norðhavssildin hevur tikið gamla ferðingarmynstrið uppaftur, verður mett, sum tekin um at sildastovnurin er væl fyri, ja so væl, at ikki er pláss fyri øllum bara inni á norsku firðunum.

Tað er loyvi at fiska í Finnmørkini frá í dag og til 15. oktobur.

Samlaða sildakvotan í Finnmørkini er 5000 tons, sildin skal verða størri enn 25 cm. Um 20% av veiðuni er undir 25 cm., so steingja mynduleikarnir fyri sildafiskiskapinum, sigur John Erik Pedersen politiskur ráðgevi.