Í dag hátíðarheldur Norðoya Sparikassi 90-ára stovningardagin. Tað var um veturnætur 1918, at Olaf á Stongunum hevði boðið til fundar um at seta á stovn ein sparikassa í Norðoyggjum, og byrjar gerðabók Norðoya Sparikassa soleiðis:
»Aar 1918, den 13. Oktober, samledes Sysselmand T. J. Petersen, Købmand Olaf Olsen, Distriktslæge J. Zachariassen, Købmand J. F. Kjølbro og Lærer S. P. Zachariassen for at overveje Spørgsmaalet om Oprettelse af en Sparekasse for Nordøerne, og vedtoges at udsende saalydende Opfordring til Tegning af den nødvendige Garantkapital:
Vi undertegnede, som er traadt sammen til at overveje Spørgsmaalet om Hensigtsmæssigheden af Oprettelsen af et pengeinstitut for Nordøerne, ere komne til den Overbevisning, at en Sparekasse vil være af allerstørste Betydning for Udviklingen af Erhvervslivet.
Vi have derfor bestemt os til at virke hen til Oprettelsen af en Sparekasse under navnet
NORÐOYA SPARIKASSI.´«
Tann 24. september 1919 varð hildin stjórnarfundur. Framløgd vóru tvey skriv frá handilsráðharranum og greitt var at byrja sparikassavirksemi.
Síðan henda dag hevur Norðoya Sparikassi virka sum peningastovnur við høvuðssæti í Klaksvík. Fyrstu mongu árini var sparikassin einasti peningastovnur í Norðoyggjum, men frá miðskeiðis í fimmtiárunum hevur hann virkað í kapping við tvinnanda bankar í Norðoyggjum.
- Sparikassin hevur øll hesi árini lagt seg eftir at veita góða rentu til tann einstaka innskjótarin og spararan. Somuleiðis verður lagdur stórur dentur á at veita fígging til privatkundar í samband við bygging o.a. Fígging av vinnulívi hevur seinastu 15 árini verið ein størri táttur av virksemi sparikassans, og stendur vinnufíggingin í dag fyri 1/3 av útlánum sparikassans, skrivar Norðoya Sparikassi á heimasíðu síni www.ns.fo
Norðoya Sparikassi er í dag ein landsdekkandi peningastovnur. 85% av Føroya fólki kunnu vitja eina av deildunum, sum eru í Klaksvík, í Saltangará og í Havn - við at nýta í mesta lagi hálvan tíma koyritíð.
Í sambandi við 90-ára stovningardagin bjóðar sparikassin fleiri góð innlánstilboð.