Í komandi viku verður ársins fyrsta summarstevna Norðoyastevnan hildin í Klaksvík.
Tað er Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð sum skipar fyri stevnuni, sum byrjar longu hósdagin og endar sunnukvøldið.
Á skránni er sum vanligt nógvur ítróttur, mentanarlig tiltøk og møtir úti og inni, dansur, og alt sum hoyrir slíkari stevnu til. Hetta er samstundis stevnan, tá FM-róðrarnir byrja.
Eitt serligt tiltak verður leygardagin 2. juni klokkan 17, tá ein rættiliga sjáldsom skrúðgonga verður á skránni undir heitinum Barnsligar sálir í skrúðgongu.
Tá ferð nevniliga ein skrúðgonga úr Klaksvíksgarðinum heim í Vágstún, har politistarnir Jógvan og Erling seta sín dám á. Hetta verður alt gjørt í samstarvi við Klaksvíkar Sjónleikarfelag og Klaksvíkar Dansifelag.
Er tað nakað sum klaksvíkingar duga, so er tað at skemta. Og tað sleppa fólk aftur at flenna eftir í ár, tá kabarettin við heitinum Flatar Rukkur verður framførd, fyrstu ferð hóskvøldið í næstu viku.
Annars verður skráin fyri Norðoyastevnuna almannakunngjørd skjótt, so fólk fá høvið at velja tey tiltøkini sum tey avgjørt ætla seg til.
(Mynd: Kappróður á Norðoyastevnu í 2007 (mynd: lamhauge.net))