Norðoyggjar styrkja sítt sløkkilið

Klaksvíkar, Hvannasunds og Viðareiðis kommunur hava gjørt sínamillum samstarv um Klaksvíkar Sløkkilið, sum nú verður víðkað við sløkkiliðsfólkum eystan Múlan. Fyrr í ár varð sáttmáli undirskrivaður millum Klaksvíkar, Hvannasunds og Viðareiðis kommunur, og sum úrslit av hesum verður nýggj brandstøð í næstum tikin í brúk á Viðareiði. Umframt ymiska sløkki- og bjargingarútgerð er ein fult útgjørdur sløkkiliðsbilur partur av hesi brandstøðini. Frammanundan er avtala um sløkkiavtala gjørd millum Klaksvíkar og Kunoyar kommunur.

Eins og brandstøðin í Klaksvík verður brandstøðin á Viðareiði partur av Klaksvíkar Sløkkliði, sum við hesum verður formliga víðkað til at fevna um meginpartin av Norðoyggjum.

Ein annar týðandi partur av hesum sløkkiliðssamstarvinum er manningin. Her er avtalað, at Klaksvíkar Sløkkilið skal víðkast við íalt 8 sløkkiliðsfólkum eystan Múlan, 4 í Hvannasunds Kommunu og 4 í Viðareiðis Kommunu. Fyri stuttum vórðu hesi lýst leys, og nú eru 6 av hesum størvum sett.

Tey 6 nýggju sløkkiliðsfólkini, sum leygardagin 11. september 2010 vóru saman fyri fyrstu ferð, eru: Guðrið Jacobsen, Dennis Due Hansen, Bjarni Poulsen, Kári Múller Jacobsen, Hendrik Askham Olsen og Livar Nysted.

Eingin ivi er um, at hetta nýggja sløkkliðssamsarvið og tey átøk, sum tað inniber, er ein munandi styrkur fyri tilbúgvingina og trygdina í Norðoyggjum.

Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari, sum hevur ovastu ábyrgd og leiðslu av Klaksvíkar Sløkkiliði, fegnast um hesa nýggju avtalu um samtarv og víðkan av sløkkiliðnum í Norðoyggjum.