Norðsøki undan Íslandi við snellu

Fyrsti føroyski snellubáturin í ár er komin undan Íslandi

Fiskivinna

 

Snellubáturin Norðsøki, sum er heimahoyrandi á Selatrað, er komin aftur av sínum fyrsta túri undan Íslandi.

Á Kósabrúnni í Klaksvík søgdu landarar í morgun, at Norðsøki er fyrsti føroyski snellubáturin, sum higartil í ár hevur verið undir Íslandi.

 

Góð veiða

Norðsøki landaði í Klaksvík í morgun, og haðani siga tey, at veiðan liggur um 70.000 pund, sum er ein rímiliga góður túrur.

Skipið hevur onkuntíð havt 90.000 pund á einum túri, men tá hava teir eisini havt fisk á dekkinum, skilst.

Meginparturin av veiðini hjá Norðsøka er upsi, men teir hava eisini eini 2.000 pund av góðum kongafiski og nakað av toski.