Norðurlandahúsið fyllir komandi vár 20 ár, og hetta verður hátíðarhildið ígjøgnum allan veturin, har nógv spennandi tiltøk eru á skránni.
Á tíðindafundi mikumorgunin bjóðaði Karin Kjølbro, formaður í stýrinum fyri Norðurlandahúsið, vælkomin. Hon greiddi frá nøkrum av teimum mongu stóru tiltøkunum, sum hava verið á skránni hjá Norðurlandahúsinum tey seinastu 20 árini. Eisini gjørdi hon greitt, at Norðurlandahúsið í Føroyum er tað norðurlandahúsið í Skandinavia, sum hevur flest vitjanir um árið. Eins nógvar vitjanir og tað eru fólk, og hetta er sjálvsagt at gleðast um.
Í vetur hava Orfeus og Klipp nógv spennandi á skránni. Fram til mei mánaða skipar Orfeus fyri seks ymiskum konsertum. Tann fyrsta verður longu um minni enn eina viku, mikudagin 9. oktober, í Norðurlandahúsinum. Tá faraa Maria Malmsten Steinkopf, messosopran og Einar Steinkopf, gittarleikari á pallin. Skráin hjá teimum inniheldur millum annað klassisk løg fyri rødd og gittara og renessannsutónleik. Henda konsertin verður eisini at hoyra í Stóra Pakkhúsi í Vági sunnudagin 13. oktober.
Umframt hesa konsertina verða ymsar aðrar konsertir eisini í november, februar, mars, apríl og mei. Her er talan um Aldubáruna, soloklaverspæl, floytutónleik og violin. Allar konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum, og harafturat verður eisini spælt á einum øðrum plássi í landinum.
Filmar
Klipp ? filmsfelagið í Norðurlandahúsinum ? vísir sjey filmir fram til apríl mánaða í ár. Aftur í ár røkka filmirnir víða. Fyrsti filmurin er ein danskur filmur, sum eitur »Smærri óhapp«, og hann verður vístur mánadagin 7. oktober.
Umframt at hava norðurlendskar filmar sýnir Klipp í Vetur ein film úr Taiwan og ein film úr India.
Birgir Kruse vissar um, at hesir báðir asiatisku filmarnir eru eksotiskir og skipað verður eisini fyri serligum tiltaki í sambandi við indiska filmin. Indiski filmurin, ið ber heitið Lagaan, er heili 224 minuttir til longdar. Men tá hesin filmur verður vístur tann 2. desember, verður skipað fyri einum indiskum kvøldið. Í steðginum verður boðreitt við indiskum mati, so áskoðarin veruliga kann liva seg inn í indisku mentanina.
Harumframt verða filmir bæði úr Noregi, Íslandi, Svøríki, Danmark og Finlandi.
Um mánaðarskifti januar-februar 2003 verður skipað fyri stórari ungdsómsmentarstevnu. Her er ætlanin, at ung í øllum Føroyum, sum fáast við eitthvørt listarligt virksemi, savnast og fáa høvi at vísa, hvat tað er, tey fáast við.
Á stevnuni verða framførslur, listaframsýningar, filmur, skriving, sjónleikur og so framvegis. Eisini verður sjónleikur fyri ung við serligum tørvi. Hetta fyri at gera greitt, at øll ung kunnu verða við.
Seinast á skránni, Norðurlandahúsið legði fram í gjár, var so Prix Føroyar, sum er at lesa um aðrastaðni í blaðnum.
Sjálvan føðingardagin, tann 8. mei, verður skipað fyri serligum hátíðarhaldið. Hvat tað verður, er ikki endaliga avgjørt enn.