Norðborg bíðar enn

Norðborg hevur ligið allan marsmánaða. Teir hava umvælt og viðlíkahildið ymiskt umborð, meðan bíðað verður eftir svartkjaftinum, at hann kemur í føroyskan sjógv.
 
Enn er svartkjafturin ov lítil og fæst sunnaliga á. Svartkjafturin plagar at taka seg upp vestaliga í føroyskum sjógvi og plagar hann tá at hava betri stødd – og hesum verður bíðað eftir enn.
 
Christian í Grórinum hevur roynt eftir svartkjafti í ES-sjógvi í eina tíð og er nú komin í føroyskan sjógv.
 
Vónandi verður ikki so leingi at bíða - Í fjør byrjaði fiskaríið eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi ½ apríl – Norðborg er klár.