Nordea við metgóðum úrsliti

Skandinaviski bankin Nordea hevur í morgun kunngjørt úrslitið fyri 2012, og tað vísir, at bankin hevði 30,55 milliardir krónur í avlopi fyri skatt í fjør. Samstundis vísa tølini, at Nordea fekk fleiri viðskiftafólk afturat í fjør, og at lønsemið var betri enn árið fyri.

Úrslitið í 2012 er beint oman fyri tað gamla metið hjá bankanum frá 2007, sum var 30,2 milliardir krónur. Úrslitið er, sum greinarar høvdu væntað.

Leiðslan í Nordea sigur, at vøksturin í heimsbúskapinum verður lítil í ár, men leggur afturat, at búskaparliga hava Norðurlond staðið seg væl samanborið við hin partin av Evropa.

Finska íløgufelagið Sampo Group er størsti eigari í Nordea við umleið 21 prosentum. Tann svenski staturin eigur góð 13 prosent.