Norðmaður er særdur í Ukraina

Í norska uttanríkisráðnum hava tey fyribils ongar viðmerkingar til tíðindini. Norðmaðurin fær nú viðgerð á sjúkrahúsi.

Ein norskur sjálvboðin hevur í dag fingið løstir í einum russiskum álopi á stórbýin, Kherson í Ukraina.

 

Tað veit Kyiv Independent at siga.

 

Sagt verður, at normaðurin, sum hevur fingið smærri løstir, er fluttur á sjúkrahús til viðgerðar.

 

Dagbladet hevur verið í samband við norska uttanríkisráðið, men har hava tey fyribils ongar viðmerkingar til tíðindini.

 

Tað var í november í fjør, at ukrainski herurin tók Kherson, sum liggur har suðuri í Ukraina, aftur frá russum.

 

Býurin, sum liggur vestanfyri Dnipro-ánna, hevur javnan verið fyri álopum, síðan russar mistu býin aftur til ukrainar.