Norðoya Listafelag 40 ár

Hetta verður hátíðarhildið við framsýning, røðum og í forhøllini (Foyerini) í Varpinum í morgin fríggjadagin kl. 17, har øll eru vælkomin.

Tíðindaskriv:

 

Norðoya Listafelag varð stovnað í november 1985. Fyrsta framsýningin, sum felagið skipaði fyri, var í Skúlanum við Ósánna á Norðoyastevnu 1986.

 

Í ár so 40 ár liðin, síðani Norðoya Listafelag varð stovnað, og verður í hesum sambandi skipað fyri móttøku og framsýning í Varpinum 21. november kl. 17.00, har øll eru vælkomin. 

Framsýningin hongur uppi um vikuskiftið og eina viku fram.

 

SKRÁ:

- Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag og Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini bera fram røðu. 

- Heiðursframsýning fyri Hanusi G. Johansen, sála, við málningum og verkum eftir Archibald Black

- Tónleikainnsløg við Aldubáruni

- Framsýning við verkum eftir Elinborg Lützen - (26. juni 1919 – 22. november. 1995)

- Nýggj plakat av eini vatnlitamynd hjá Elinborg Lützen er gjørd til høvið, og fæst hon til keyps fyri kr. 150,-.

- Kaffimunnur og okkurt søtt afturvið verður at fáa undir framsýningini

- Til ber at vitja inni í hølunum hjá Norðoya Listafelag, sum eru í kjllaranum í Varpinum, har felagið heldur til.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin í Varpið fríggjadagin, 21. november kl. 17.00! 

 

##med2##