- Tað verður gott lag í Vágsbotni, tá Páll Finnur Páll stillar seg á pallin leygardagin 27. juni 2026. Bólkurin hevur fleiri enn 20 ár á baki, og løgini hava fest seg sum fastir slagarar í Føroyum. Hetta er bólkurin, sum vanliga fær veitsluna at kóka.
Soleiðis siga tey, sum standa aftanfyri OY Voxbotn í tíðindaskrivi.
Tað er ikki av tilvild, at Páll Finnur Páll eru fastur táttur í óteljandi veitslum: Skemtiligir tekstir og fangandi niðurløg, har vit øll syngja við.
- Vit tosa um “Eg fari mín egna veg”, “Herbergið”, “Forelskaður sjónleikari” og fleiri onnur løg, sum hvør í sínum lagi kunnu fáa eitt vanligt leygarkvøld, at kennast sum ólavsøkukvøld.
Á palli er uppskriftin hjá tónleikabólkinum einføld: Lív, látur og løg, sum sita fast.
##med2##
- Bólkurin er kendur fyri at fáa fjøldina at kóka, og vit vænta, at Vágsbotnur verður til eitt stórt kór – við ørmum í loft og góðum lagi, tá teir trína á pallin hin 27. juni 2026.
Og síðan verður lagt aftrat í tíðindaskrivinum:
- Vit gleða okkum – Voxbotn 2026 verður vilt! Skunda tær og keyp atgongumerki í dag fyri einans 795 krónur í SMS, Magn við Ringvegin, Magn í Klaksvík og á ebillett.fo.
Prísurin hækkar mánadagin 24. november á midnátt! siga fyrireikararnir av OY Voxbotn í tíðindaskrivinum.











