Norðurlandahúsið 15 ár

Fyri Ferðaráðið og ferðavinnuna hevur tað verið og er framvegis av stórum týdningi at hava eitt mentunarhús sum Norðurlandahúsið. Umframt at hava flutning til og úr Føroyum og gistingarmøguleikar í huga, liggur ein stór uppgáva í tí at vísa á serlig støð og útferðir, sum kunnu gera tað til nakað serligt at koma til Føroyar at ferðast. Norðurlandahúsið er vorðið ein av okkara fremstu attraktiónum, tá hugsað verður um eitt hús, sum hevur eina spennandi søgu og eitt pláss, har bæði gallakvøld, serlig tiltøk og kongressir kunnu fáa innivist.

Ferðaráðið hevur havt gott samstarv við starvsfólkið og leiðsluna í Norðurlandahúsinum. Vit fáa yvirlit yvir komandi tiltøk, sum vera nýtt bæði í faldarum okkara og eru at finna í okkara kunning, har ferðafólk í hópatalið leita sær inn um summarið.

Ferðaráðið gevur ein yvirlitsbókling út eina ferð um árið, sum eitur Tours´98. Hesin lýsir allir teir skipaðu ferðamøguleikarnar og teir pakkaferðir, sum eru. Katalogið verður sent útlendskum ferðasmiðum. Hetta eru teir, sum selja ferðir til Føroya antin beinleiðis til ferðamannin ella til ferðaskrivstovur. Ein vitjan í Norðurlandahúsinum er altíð ein fastur partur av einari vitjan í Havn.

Norðurlandahúsið verður soleiðis nýtt í marknaðarføringini av ferðum til Føroya. Tað sæst týðiliga, um tú hyggur í eitt nú bóklinginum ?Tours?, sum Ferðaráðið gevur út. Ein vitjan í Norðurlandahúsinum er vorðin eins vanlig og eitt nú ein vitjan í Kirkjubø.

Húsið og tiltøkini har eru við til at gera tað lættari hjá okkum at fáa fólk at vitja okkum. Her hugsi eg serliga um Jazz-, Fólka- og Blues Festivalin og tey tiltiknu Føroyakvøldini. Vit harmast sjálvsagt um, at tey ikki eru í húsinum í summar.

Ferðaráðið var vertur á einari stórari ferðavinnuráðstevnu í 1995, har galladøgurðin fyri umleið 400 fólkum var í Norðurlandahúsinum. Tað var onki minni enn stórsligið, og gestir okkara vóru á einum máli um, at betri karmar fáast neyvan. Til Barbarufrumsýningina vísti húsið seg aftur eina ferð at vera ómetaliga vælegnað til slíkar framførslur. Tá vóru umleið 500 fólk í húsinum.

Nógvar eru tær ráðstevnur, sum hava verið í húsinum, og tað heilt givið, at ferðavinnan eigur at nýta húsið til júst slík endamál, tí gestirnir lata altíð sera væl at húsinum og tiltøkunum.

Ferðaráðið ynskir leiðslu og starvsfólkum hjartaliga tillukku við 15 ára degnum, og takka fyri samstarvið.

Ferðaráð Føroya

Annika Joensen