Norðurlendsk bátastevna í Vági

Í summar verður skipað fyri einum forkunnigum tiltaki í Vági, tá bátar og skip úr øllum norðurlondum seta kós móti býnum.


Talan er um norðurlendsku strandamentanarstevnan Nordisk Kystkultur Festival 2016, sum Vágur er vertur fyri í ár 7. til 10. juli, skrivar Vágs kommuna á síni heimasíðu.


Sum ein partur av festivalinum, so verður eisini skipa fyri, at føroyska regattain verður í Vági í hesum døgum, so at tað verður ein blandingur av føroyskum og norðurlendskum skipum og bátum í Vági hesar dagarnar.


Harumframt fara norðurlendsku gestirnir at hava framsýningarbásar, fyrilestrar o.a. á stevnuni.