Løgmansskrivstovan boðar frá, at árligi fundurin millum norðurlendsku forsætisráðharrarnar verður í Vestmannaoyggjum 25. og 26. juni. Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, verður við sum serligur gestur á fundinum.
Eitt av høvuðsmálunum í kjakinum verður samfelagsligi treystleikin, men hetta árið eru tað eisini liðin 50 ár síðani eldgosið í Vestmannaoyggjum 23. februar í 1973. Norðurlond høvdu tá ein stóran leiklut við endurbyggingini eftir skaðarnar av eldgosinum, skrivar íslendska forsætisráðharraskrivstovan.
Forsætisráðharrarnir úr øllum Norðurlondum eru bodnir við á fundin saman við stjórnarleiðarum úr Føroyum, Álandi og Grønlandi. Eisini aðalskrivarin í Norðurlandaráðnum er við.
Ísland hevur formansskapin í Norðurlandaráðnum í 2023.