Norra tapti ósømiligan dyst

Fýrverk og nógvur roykur var atvoldin til, at dysturin millum Norra og Bosnia varð avbrotin ein hálvan tíma.

Í handavend eftir langa steðgin legði Bosnia seg á odda 2-0. Fyrst var tað Zvjezan Misimovic, ið sendi fríspark beinleiðis í netið, og løtu seinni økti Zlatan Muslimovic. Sæð við norskum brillum, byrjaði 2. hálvleikur nógv betur enn fyrri. Norra fekk brotsspark, sum John Carew umsetti til mál, og so birtist vónin aftur hjá heimaliðnum í Oslo. Hóast norðmenn megnaðu at spæla seg fram til fleiri málmøguleikar, so megnaðu norðmenn ikki at javna.
Við sigrinum fór Bosnia framum Norra við einum stigi. Turkaland er á odda í bólkinum við 12 stigum, eftir at teir í Aten hølvaðu evropameistararnar úr Grikkalandi av 4-1.