Tað verður norsk innrás á FM1 í kvøld í samband við landsdystin móti Norra, sum byrjar klokkan 19.45. FM1 byrjar at senda upptakt av Tórsvølli frá klokkan 18.
Millum gestirnar verða fleir av norsku spælarunum í føroyskum fótbólti. Teirra millum Simen Sandmæl, sum hevur skifti til KÍ undan kappingarbyrjan. Hann kemur eisini at vera taktiska eyga í hálvleikinum. Hinir norsku gestirnir í upptaktini verða Magnus Stamnestrø og Torbjørn Grytten (KÍ), og Peder Nersveen (NSÍ).
Viðmerkjari í kvøld verður Jens Martin Kundsen. Hóast tað eru skjótt 30 ár síðani minniliga dystin í Landskrona, so vísa norskir miðlar framvegis stóran áhuga fyri manninum við topphúgvuni. Hartil, so verður Jens Martin Kundsen spurdur um úttalisi á forsíðuni á Sosialinum 6. juni 1996, tá hann helt fyri at føroyska liði orkaði ov illa í dystinum móti Spania tá (myndin).