Fiskamjølsverksmiðjur í Danmark liggja í ráfiskaloysi, eftir at danir hava uppfiskað kvotuna av nebbasild Herfyri strongdi danska fiskivinnan hart á ES fyri at fáa felagsskapin at økja kvotuna av nebbasild, men hetta var til fánýtis.
Nú liggja tvær tær størstu fiskamjølsverksmiðjurnar í Danmark í fiskaloysi.
Herfyri keypti lutfalsliga lítla verksmiðjan í Hanstholm tó nakað av nebbasild frá tveimum norskum skipum.
Norsku skipini seldu upsa á fiskamarknaðinum í Hanstholm, men høvdu eisini nakað av nebbasild, sum virkið í Hanstholm keypti.
Tað er danska blaðið Fiskeri Tidende, sum ber hesi tíðindi.