Norskar barrir umhugsa at stevna statinum

SMB Norge, sum millum annað umboðar fleiri norskar barrir, umhugsar at stevna statin fyri skeinkiforboðið

 

 

Eitt sakarmál ímóti norska statinum nærkast, eftir at tað í næstan ein mánað hevur verið forboð ímóti skeinking av rúsdrekka í Noreg.

Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.

Stjórnin setti forboðið miðskeiðis í desember. Tað hevur við sær, at norskar matstovur og barrir ikki mugu skeinkja alkohol. Endamálið hevur verið at minka um koronusmuttuna.

Men tað er ikki gjørt nóg greitt, hvat grundarlagið er fyri at forboðið. Tað heldur felagsskapurin SMB Noreg.

SMBNoreg umboðar fleiri smá og miðalstór virki í Noreg – teirra millum fleiri barrir og matstovur.

Aðalstjórin í felagsskapinum, Jørund Rytman, hevur í dag fingið grønt ljós frá nevndini til at fara víðari við einum møguleikum sakarmáli.

– Nevndin undrast á, at stjórnin ikki hevur gjørt greitt, hvat avgerðargrundarlagið er fyri at seta so strong tiltøk í verk, sigur nevndin í grundgevingunum fyri einum møguligum sakarmáli.

Enn er ikki greitt, nær stevningin verður latin inn.

Sambært norska blaðnum VG, sum hevur gjøgnumgingið avmarkingarnar í øllum londunum í Evropa, er Noreg einasta land í Evropa, ið sum ein liður í koronutiltøkunum hevur bannað barrum og matstovum at skeinkja alkohol.

Tað er ein av orsøkunum til, at ein rættarmál »púra greitt ikki er uttan grund«.

Tað sigur norski professarin í løgrfrøði, Hans Frederik Marhinussen, við blaðið VG.

– Eg haldi, at hatta hevur ein veruligan møguleika. Í øllum førum um tey fara allan vegin til mannarættindadómstólin. Tí hann viðgerð ofta krøv, sum eru strangari í einum ávísum landi í Evropa.

– Og hann fokuserar serliga upp á tilgongdina fram til avgerðina, sigur hann.

Profesarin í løgfrøði finst at júst tilgongdini kring skeinkiforboðið.

– Tað kann vera, at tað eru onkrar grundleggjandi metingar, sum vit ikki vita um. Men vit vita einki um tað. Tað er eitt sindur skammleyst, sigur hann.

Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, segði fríggjadagin við Aftenposten, at koronutiltøkini verða slakað í næstum. Núverandi krøvini standa við til 14. januar.

/ritzau/NTB