Norski sendiharrin til Danmarkar, Ingvard Havnen, er í løtuni á vitjan í Føroyum. Í dag var sendiharrin á vitjan í Havnini, har hann var gestur hjá Tórshavnar kommunu.
Vitjanin byrjaði á Ráðhúsinum í Havn, áðrenn leiðin gekk til eina máltíð í Degns húsi.
Tórshavnar kommuna skrivar, at hetta ikki er fyrstu ferð, at norski sendiharrin er í Føroyum. Hann hevur áður verið á vitjan, tá Sonja drotning vitjaði í Føroyum, og var eisini við, tá Jens Stoltenberg vitjaði.