Svágrarnir, Harald Langenes (56) og Walter Steffensen Wassertheurer (65), sum lótu lív á hummaraveiði í Søgne í Noregi fríggjadagin. Teir giftust sama dag og doyðu sama dag. Mynd: Privat.

Norskir svágrar giftust sama dag og doyðu sama dag

- Hetta vóru ikki menn, sum tóku sær nøkur óráð fyri á sjónum. Hetta vóru menn, sum settu trygdina í hásæti, sigur vinmaðurin, Jørn Lauvsland.

Svágrarnir, Harald Langenes (56) og Walter Steffensen Wassertheurer (65), sum lótu lív á hummaraveiði í Søgne í Noregi fríggjadagin. Teir giftust sama dag og doyðu sama dag. Mynd: Privat.

Síðsta fíggjakvøld høvdu vit á In.fo ein greinastubba um tveir norðmenn, sum saman vóru farnir í bát at draga hummararúsur. Tá teir ikki vóru komnir aftur at landi til avtalaða tið, kom órógv á familjuna.

 

Høvuðssjóbjargingarstøðin setti leiting í verk, og leitað varð bæði við bjargingartyrlu og bátum. Líkindini vóru einki serlig innanfyri skergarðin, og tí varð mælt frá, at sjálvboðin tóku lut í leitingini hetta feigdarkvøld.

 

Tað tók ikki langa tíð, til báðir menninir vórðu funnir deyðir. 

 

Sum vikuskiftið leið, kunngjørdi løgreglan nøvnini á monnunum, og tað vísti seg, at hetta vóru svágrarnir, Harald Langenes (56) og Walter Steffensen Wassertheurer (65), sum saman vóru farnir við bátinum. 

 

- Teir vóru báðir royndir á sjónum, og teir høvdu ongantíð loyst bátin, um teir vóru í iva. So, her má eitt ella annað óvæntað vera hent, sigur ein vinmaður hjá svágrunum báðum við norska miðilin, Fædrelandsvennen.

 

Vinmaðurin, sum kallast Jørn Lauvsland, sigur við norska kringvarpið NRK, at báðir menninir vóru sjóvandir, sum hann tekur til, og teir vóru kendir fyri at seta trygdina í hásæti.

 

Harald Langenes og Walter Steffensen Wassertheurer giftu seg við hvør sínari systir sama dag í 2006, og hetta var eitt sonevnt dupultbrúdleyp.

 

- Teir giftu seg sama dag, og teir doyðu sama dag, sigur vinmaðurin, Jørn Lauvsland, sum leggur dent á, at hetta vóru ikki menn, sum tóku sær nøkur óráð fyri á sjónum, sum hann tekur til.

 

Norska løgreglan roynir nú at kanna, hvat tað var, sum hendi, tá Harald Langenes og Walter Steffensen Wassertheurer sjólótust í bátinum hetta feigdarkvøld innanfyri norska skergarðin. 

 

Sum skilst, hevur løgreglan kannað bátin, sum svágrarnir løgdu frá landi í. Báturin er tikin upp á land, og sambært norskum miðlum hevði báturin ikki stórar sjónligar skaðar.

 

 

 

 

Svágrarnir, Harald Langenes (56) og Walter Steffensen Wassertheurer (65), sum lótu lív á hummaraveiði í Søgne í Noregi fríggjadagin. Teir giftust sama dag og doyðu sama dag. Mynd: Privat.