Nostalgi fyri allar pengarnar

Jákup Magnussen, Heðin Arge, Regin Johansen og Finn Jensen, sum allir vóru millum fremstu plátuvendarar í 70- og 80 árunum, fara at venda plátum á Platform leygarkvøldið.

Leygarkvøldið skipar dansistaðið Platform fyri einum rættiliga forvitnisligum kvøldi. Havgrímur Johannessen hevur savnað fýra av teimum fremstu plátuvendarunum frá 70- og 80 árunum at venda plátum á Platform leygarkvøldið.
Regin Johansen, Jákup Magnussen, Finn Jensen og Heðin Arge vóru gjøgnum 70 árini og kanska serliga 80 árini nógv umbidnir plátuvendarar kring alt landið. Teir fýra hava áður vent plátum saman og eisini hvør sær. Serliga vóru teir fastir fúsir á dansistøðunum Dallas og Klubbanum, sum seinni skifti eigara og navn til Club 20.
Meðan Regin, Jákup og Finn meir ella minni hava tikið seg aftur sum plátuvendarar fyri fleiri árum síðan, so vendir Heðin Arge framvegis plátum av og á. Hann hevur millum annað verið á Platform fyrr í ár.

Dansistøðini ikki til at samanbera
Vit hava biðið Heðin Arge greiða frá náttarlívinum, tá teir fýra plátuvendarnir leygarkvøldið vóru millum teir mest umbidnu á teimum ymisku diskotekunum og dansistøðum fyri skjótt mongum árum síðan.
-Í Klubbanum vóru fast 500-600 fólk fríggja- og leygarkvøld, og tað var rættiliga nógv, tá havt verður í huga, at dansistøðini ikki sluppu at skeinkja. Vanligt var, at dansistøðini lótu aftur klokkan tvey fríggjakvøld og klokkan eitt leygarkvøld, og so varð vála í býnum.
Spurdur, um tað er stórur munur á dansistøðunum í dag og fyri góðum 20 árum síðan, svarar Heðin, at tekur ein eitt nú Platform, so kann staðið ikki sammetast við Club 20 ella Klubban.
? Í Platform er alt pent og nossligt og meira ekslusivt. Fólk eru væl ílatin, og tað merkist eisini, at promillan er ikki eins høg, sum hon ofta var í Klubbanum. Tað hevur eisini við sær, at tað ofta er verri at fáa lív í fólk á Platform. Kortini haldi eg staðið verða eitt útmerkað mótspæl til tað, ið æt Klubbin og Club 20, har tað mangan gekk hart fyri seg, greiðir Heðin Arge frá.

Fyrsta tiltak av sínum slag
Javnan skipa dansistøð og diskotek kring landið fyri 70- og 80 ára kvøldum, har fólk, ið gingu í býnum tað tíðarskeiðið, fáa høvi hoyra gamal slagarar og minnast gamlar dagar. Sambært Heðini Arge, so er tiltakið hjá Platform leygarkvøldið fyrsta av sínum slag. ? Tað hava verið sokallað 70 ára og 80 ára kvøld, men einki líknandi tiltak sum hetta hevur verið áður. Tað er stuttligt, at vit aftur eru samlaðir, og eg gleði meg, sigur Heðin Arge.
Spurdur, um hvørji løg, teir fara at leggja seg eftir at spæla leygarkvøldið, sigur Heðin, at tað er vónleyst at siga frammanundan, tí tað treytast, hvussu stemningurin verður. Hann vissar gestunum á Platform leygarkvøldi, at plátuvendarnir hava alt tað besta frá 70- og 80 árunum við sær i skjáttuni.