Ein av okkara stóru nótaskipareiðarum sigur í kvøld, at hann er ikki serliga fegin um avtaluna, sum Føroyar, Noreg og ES hava gjørt í kvøld.
- Ikki tí. Eg eri fegin um, at Føroyar aftur eru partur av eini makrelavtalu. Vit hava í so máta rokkið tí, vit settu okkum fyri - at fáa ein størri prosentpart av heildarkvotuni.
Tað, sum nótaskipareiðarin ikki er serliga fegin um, er atgongdin innan fiskimørkini hjá hvørjum øðrum, og at einki er endaliga greitt um, hvussu verður millum Føroyar og ES í hesum sambandi.
- Eg havi skilt, at atgongdin millum Føroyar og Noreg verður millum 30 og 35 prosent, meðan einki endaligt er avtala um atgongd millum Føroyar og ES. Havi skilt, at her eru bara onkur lyftir givin, sum eg í løtuni ikki kenni virðið av.
Nótaskipareiðarin er eisini vónsvikin av, at handilsstongsulin hjá ES stendur við, og at einki er avtalað um, hvussu verður við stongslinum, nú ein avtala um makrelbýtið millum Føroyar, Noreg og ES er undirskrivað.
- Vit eru áður lumpaðir av ES, og eg vóni ikki, at tað er hetta, sum liggur í kortunum hesaferð. Lat okkum nú síggja, hvat fer at spyrjast burtur úr hesi semju, sigur nótaskipareiðarin við in.fo í kvøld.