Tá løgmaður í dag beyð øllum vælkomin til fyrsta visjónstorgið, legði hann dent á, at tað ringasta vit kunnu gera, er einki at gera:
- Vit noyðast at eggja hvønn annan, so vit í felag mennast. Um vit einki gera, verður ónøgd og ruðuleiki. Tí er okkara skylda at leggja ætlanir fyri framtíðina.
- Visjón 2015 er nú komin fram á borðið, tí vit hava sæð, at vit noyðast at leggja eina nýggja kós fyri tey næstu 10 árini, segði løgmaður og legði afturat, at hóast 9 ár eru til 2015, ber ikki til at leggja árar inn og bíða:
- Vit hava nógv tøk fyri framman og noyðast at fara í gongd alt fyri eitt. Onkur spyr kanska: Hví Visjón 2015 og ikki Visjón 2006?. Vit hava nógvar trupulleikar í Føroyum í dag eitt nú á skúlaøkinum. Teir trupulleikarnar skulu vit sjálvandi loysa beinanvegin, men samstundis noyðast vit at hugsa langt, tí so vinna vit enn meira.
- Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, føroyska samfelagið hevur sett seg niður í felag. Øll eru samd um, at Føroyar skal verða millum tey bestu londini í 2015.
At enda segði løgmaður, at á visjónstorginum í dag vóru øll vælkomin at koma við rósi, rísi og áheitanum til strategibólkarnar, so øll í felag kunnu rógva saman og gera Visjón 2015 til »fólksins ætlan«.