Pólland
Á fundi í Luxemburg herfyri samdust fiskimálaráðharrarnir í ES um, at pólska ovurveiðan upp á 8.000 tons av toski í 2007 skal mótroknast pólsku toskakvotunum í Eystursjónum tey næstu fýra árini.
Í ár verður kvotan skerd við 8.000 tonsum, og í 2009, 2010 og 2011 skulu póllendingar av við tað, sum svarar til 30% av ovurveiðini.
Danski fiskimálaráðharrin, Eva Kjer Hansen, legði á ráðsfundinum í ES dent á, at ES-nevndin fer at fylgja væl við pólsku veiðini tey næstu árini.
ES-kommiserurin, Joe Borg og pólski fiskimálaráðharrin, søgdu báðir, at teir fara at taka málið upp beinanvegin, um tað skuldi hent, at pólsku fiskiførini fiska meira enn loyvdu - og skerdu - veiðina í 2008.
- Tað er ógvuliga avgerandi, at hetta ikki endurtekur seg, sigur danski fiskimálaráðharrin, Eva Kjer Hansen.
Hon er annars sera fegin um, at Pólland á ráðsfundinum segði, at eingin toskaveiða verður í Eystursjónum í nakrar mánaðir í summarhálvuni.
- Líkt er til, at pólsku myndugleikarnir vilja fremja burðardygga veiði í Eystursjónum, og tað fegnast vit um, segði hon.