TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við hjálparvenjaran hjá NSÍ, Djóna Nolsøe Joensen aftaná 2-0 sigurin hjá NSÍ ímóti Skála í kommunalu grannauppgerðini, sum var spæld á Skála.
Djóna Nolsøe Joensen slær fast, at NSÍ hevur fult trýst á spitaranum, og tað skalar ikki teir í NSÍ, at KÍ í skrivandi stund er fimm stig frammanfyri. Núverandi støða á stigatalvuni passar tó ikki teimum í NSÍ illa. Djóni Nolsøe Joensen ivast ikki í dygdunum hjá sínum monnum at gera ein góðan endaspurt.
Dysturin á Skála í dag bleiv, sum Djóni Nolsøe Joensen væntaði. Skála fóru at verða kompaktir, og tí ráddi um hjá NSÍ-leikarunum at verða tolnir, og so taka av møguleikunum, og tað heldur Djóni Nolsøe Joensen, at hansara menn megnaðu til fulnar. Nú ger NSÍ klárt at taka ímóti HB á heimavølli við Løkin í Runavík komandi sunnudag.
(Mynd: nsi.fo)