NSÍ hevur ikki tapt

Í dag vunnu teir næstbestu við Løkin grannauppgerðina 3-1

Tað gongur strúkandi hjá næstbesta NSÍ liðnum. Í dag var úrslitið við Løkin 3-1 ímóti teimum næstbestu skálamonnunum.

Harvið hevur NSÍ vunnið fimm ferðir og spælt javnt einaferð. Skála hevur bara vunnið ein dyst og tapt fimm dystir.

 

Hálvleiksstøðan var 2-0. Hans Marius Davidsen setti hol á longu í øðrum minutti, og sney minuttir undan steðginum økti Jann Martin Mortensen til 2-0.

Stefan A. Løkin, sum varð skiftur inn, tá ið tað restaðu nítjan minuttir, økti sjey minuttir eftir, at hann var komin á vøllin til 3-0.

Skála minkaði um munin í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Málskjútti var innskifti Karstin Justesen.