NSÍ heldur fram við at fyrireika seg til nýggja kappingarárið í kvinnufótbólti.
NSÍ endaði í 2020 næstfremst bæði í landskappingini og steypakappingini, og signalini eru, at felagið næsta ár av álvara ætlar at bjóða av í toppinum.
Í síðstu viku boðaði felagið frá, at kvinnuliðið hevur fingið nýggjan málverja. Talan er um Eyðgerð Mikkelsen, sum tvey tey undanfarnu árini hevur vart málið hjá HB. 19 ára gamla Eyðgerð hevur í ár spælt tveir landsdystir, og hon er í landsliðshópinum, sum fyrireikar seg til síðsta EM undankappingardystin á hesum sinni. Hann verður í Belfast í Norðurírlandi í kvøld klokkan 19.
Nú boðar NSÍ frá, at felagið hevur sett nýggjan venjara at taka sær av kvinnuliðnum. Talan er um Poul N. Poulsen, sum var hjálparvenjari á Skála í 2019, og sum nú fer at royna seg sum venjari hjá kvinnunum í NSÍ. Sáttmálin við Poul N. Poulsen er galdandi fyri 2021 og 2022.
Felagið sigur, at ætlanin er at halda fram við teimum, sum í 2020 vunnu silvur í landskappingini og í steypakappingini. Millum tær, sum fara at halda fram í felagnum, eru Heidi Sevdal, Margunn Lindholm, Monika Samuelsen og Sjarlotta Joensen.