Leingi sá tað út til, at gestirnir fóru at vinna trivaligan sigur, tí NSÍ var frammanfyri 3-0, tá ið tað restaðu sjey minuttir á Argjum týskvøldið.
Men so svaraði AB aftur, og eftir lítlari løtu varð 3-0 til NSÍ snarað til 3-2, tá ið tað restaðu tríggir minuttir.
AB er einasta liðið í deildini, sum einki stig hevur vunnið. NSÍ hevur 10 stig og er á fjórða plássi, eitt stig aftanfyri B68.
Ímóti KÍ leygardagin skoraði Jørgen Nielsen tvey mál fyri NSÍ. Hetta vóru fyrstu málini yvirhøvur, at hann skoraði á næstbesta liðnum. Ímóti AB var Jørgen Nielsen upp á spæl longu í 2. minutti.
NSÍ liðformaðurin Hans Marius Davidsen økti um munin til 2-0 tveir minuttir undan steðginum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði hann aftur, og so var 3-0. Og so var tað, at AB svaraði aftur.
Á NSÍ liðnum var Karstin Hansen málverji, og millum útispælararnar vóru Jann Martin Mortensen og Haraldur R. Højgaard.
Í sætta umfari skal AB til Sørvágs, og NSÍ fær vitjan av B36.