NSÍ kann taka toppin

Eftir KÍ fusaran í gjárkvøldið er møguleiki fyri uppaftur størri spenningi

Tríggir dystir í Betri deildini eru á skrá klokkan 15 ídag.

Tað er nítjanda umfar, og harvið er talan um fyrsta umfar í síðsta triðinginum.

B36 vann seinnapartin í gjár favorittsigur í Gundadali ímóti TB, meðan KÍ kiksaði á heimavølli í gjárkvøldið, tá ið Skála eftir lítlari løtu undan steðginum skoraði tvey mál. So var støðan 2-2, og í seinna hálvleiki varð einki mál skorað.

Í dag eiga Víkingur og HB heimavøll ímóti teimum báðum, sum eru niðast á talvuni, og NSÍ skal spæla á Argjum ímóti AB, sum síðstu ferðirnar hevur verið í góðari gongd og nú er omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Tað er møguleiki fyri, at NSÍ fer at taka toppin, og at HB og Víkingur, sum eru á ávikavíst fjórða og fimta plássi, fara at taka seg nærri toppinum, og at kappingin harvið verður uppaftur meiri intens og spennandi, enn hon longu er.

 

https://www.in.fo/myndasavn/

 

Víkingur – EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 15.00

HB – ÍF: Eiler Rasmussen kl. 15.00

AB – NSÍ: Alex Troleis kl. 15.00

 

Ígjár

B36 - TB 3-1 (2-1)

1-0: Stefan Radosavljevic 3.

2-0: Lukasz Cieslewicz 33.

2-1: Ragnar Tausen 41.

3-1: Alex Mellemgaard br 71.

 

KÍ - Skála 2-2 (2-2)

1-0: Boris Dosljak 2.

2-0: Jóannes Bjartalíð 22.

2-1: Haraldur R. Højgaard 43.

2-2: sjálvmál 45.+2.

 

B36181323311541
171232401339
NSÍ171232441839
HB181053421835
Víkingur181125382435
Skála198110222325
TB195311163618
AB183213194711
EB/Streymur18231317439
ÍF18121514465