NSÍ?HB 4?1 (3?1)
Hóast HB fekk fyrsta málið, so var tað skjótt, at tað leygardagin var greitt í Runavík, at NSÍ hevði meiri málsókna fólkið.
Hjá HB vóru nógvir ungir menn á liðnum. Undantøkini vóru teir báðir gomlu 1. deildarmenninir, Gunnar Mohr, sum nú er formaður í HB, og so Kaj Leo Johannesen, sum er formaður í partafelagnum Havnar Fótbóltur.
Í 1. hálvleiki vóru hesir báðir í álopinum. Eftir steðgin loysti Kaj Leo Johannesen unga málverjan Danny Rasmussen av.
Í Runavík staðfestu teir longu eftir tíggju minuttir, at máltevinum hjá Gunnari Mohr bilar einki. Gamli málrevurin kom ímillum, tá teir í NSÍ verjuni spældu uppá tvørs, og royndi maðurin var tryggur, tá hann kom einsamallur við Ólavi Højgaard, sum annars stóð seg væl í málinum.
Tað gingu bara tveir minuttir, so hevði miðvallarin í vinstru, Bergur Djurhuus, javnað. Aftur hesa ferð var talan um óskettið verjuspæl. Bergur skoraði beinleiðis uppá hornaspark. Bólturin kom flatt móti málinum og fór inn við nærra stólpanum.
Á hálva tímanum stóðu teir báðir tvíburðarnir hjá NSÍ, Jan og Ken Nónklett, fyri leiðslumálinum. Miðvallarin Ken Nónklett royndi við skoti móti málinum, Danny Rasmussen hálvbjargaði, og álopsmaðurin Jan Nónklett var fyrstur á returinum.
Stutt undan steðginum økti Bergur Djurhuus, tá hann fór ígjøgnum í vinstru og royndi við skoti úr rættuliga spískum.
Tað sást væl, at talan var um fyrsta landskappingardystin. Spælið var einki at reypa av, og ferðin hevur onkuntíð verið hægri. Í 2. hálvleiki hevði HB bóltin meiri enn teir í NSÍ, men HB megnaði ikki at spæla seg til stórvegis møguleikar. í staðin var tað Fróði Jóannesarson, sum í 2. hálvleiki var skiftur inn í álopið hjá NSÍ, sum staðfesti sigurin.
Fimm minuttir vóru eftir, tá hann fekk bóltin mitt fyri málinum, dró eitt vet til høgru og smekkaði í handara síðunetið.
jh
2. deild: NSÍ?HB 4?1 (3?1)
0-1 Gunnar Mohr
1-1 Bergur Djurhuus
2-1 Jan Nónklett
3-1 Bergur Djurhuus
4-1 Fróði Jóannesarson