NSÍ í norskum sjónvarpi

Dysturin millum Rosenborg og NSÍ verður vístur á einari systurrás hjá norska TV2

Tað merkir, at um hevur nóg sterka parabol og klárar at fanga norsku sjónvarpsrásina, TV2 Zebra, so ber til at síggja dystin millum Rosenborg og NSÍ. Frásøgnin hjá TV2 Zebra byrjar klokkan 17.55. Rosenborg hevur eina greiða 3-0 leiðslu frá fyrra dystinum, men kortini hevur dysturin somikið stóran áhuga millum fótbóltsfjepparar í Noregi, at leiðslan í TV2 hevur valt at senda beinleiðis frá Europa League dystinum á Lerkendal leikvøllinum í Tróndheimi.