Klaksvík:
NS Open innandura rógvikappingin er tann fyrsta av sínum slagi nakrantíð í Føroyum, og nevndin í Klaksvíkar Róðrarfelag vónar, at undirtøkan fyri henni verður góð.
- Nú er hetta fyrstu ferð, at tað verður skipað fyri eini tílíkari kapping, so hetta verður allarhelst sum ein frumframførsla, har væntast kann, at onkrir feilir verða og byrjunartrupulleikar. Men tað kunna vit so vónandi læra av og harvið bøta um, tá ella um vit fara at skipa fyri eini Føroyameistarakapping í innandura rógving.
Hetta sigur Kristian Eli Zachariassen, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag. Hann leggur afturat, at um hendan kappingin eydnast væl, so verður tað avgjørt skipað fyri eini føroyameistarakapping í innandura rógving.
Hann heldur, at ein føroyameistarakapping í rógving á maskinum kann verða við til at halda lív í kappróðrinum í vetrarhálvuni eisini, tí sum er, er kappróðurin ein summarítróttargrein, sum ikki er nógv at hoyra til um veturin. Hóast mong feløg byrja rættiliga tíðliga at venja til summarið.
Kappingin
Eftir at hava kannað nøkur viðurskifti um, hvussu ein tílík kapping verður skipað uttanlanda, so hevur nevndin avgjørt, at luttakararnir í kappingini verða býttir í seks bólkar.
Ein verður fyri gentur undir 18 og ein fyri dreingir undir 18. Tey yvir 18 ár verða bólkað í tveir vektarbólkar í sama kyni. Tað vil siga kvinnur lættvekt og tungvekt og tað sama fyri menn. Vektarmarkið er fyri kvinnur 61,5 kilo, meðan tað fyri menn er 75 kilo. Tað vil siga, at um ein kvinna vigar 61,5 kilo ella minni, so hoyrir hon til lættvekt.
Kristian Eli sigur, at hvussu longi kappingin kemur at vara henda leygardagin, veldst fyri tað fyrsta um, hvussu nógvir luttakarar verða. Felagið hevur sett eitt minsta mark upp á tríggja luttakarar í hvørjum bólki. Um tað verða færri enn tað, so verður tað ikki róð í tí bólkinum.
Luttakararnir koma at rógva 2.000 metrar einaferð upp á tíð, og tann besti vinnur. Ein rógvari ger sum hann vil, hvar hann stillar mótstandin á maskinuni, tað veri seg lágt ella høgt ella bara í miðjuni. Men ein rógvari kann ikki broyta mótstandin eftir, at hann er byrjaður at rógva.
Rógvimaskinurnar, sum talan er um, eru tær so vælkendu Concept 2 rógvimaskinurnar, sum fleiri og fleiri róðrarfeløg í landinum hava útvegað sær seinastu árini.
Kristian Eli sigur, at honum vitandi, so eru tað sjey feløg í landinum, sum hava Concept 2 maskinur, og skuldi tað kunnað givið eina rímuliga góða og breiða undirtøku til kappingina.
- Fyribils hava vit avgjørt, at kappingin skal verða í venjingarhølunum her í neystinum, men um tað verða ov nógvir luttakarar, so hava vit møguleika til at flyta kappingina niðan í fimleikarhøllina, greiðir hann frá.
Hann sigur, at eitt tíðindaskriv verður orðað fyrsta dagin, og lagt út á heimasíðuna hjá Klaksvíkar Róðrarfelag og tað verður eisini sent út til fjølmiðlarnar.
Í tíðindaskrivinum fara allir upplýsningarnir um kappingina at standa. Tað vil siga, nær og hvar ein kann tekna seg, evsta mark fyri tilmelding, kostnaður og annað tílíkt, sum ein luttakari hevur brúk fyri at vita.
Tað fer at bera til at tekna seg umvegis teldubræv til Klaksvíkar Róðrarfelag og so eisini hjá tveimum av nevndarlimunum.
NS Open
Kappingin ber heiti NS Open. Norðoya Sparikassi er høvuðstuðul í kappingini. Og tey, sum gera seg galdandi í kappingini fara ikki tómhent heimaftur. Nummar eitt, tvey og trý í hvørjum bólki fáa heiðursmerkir, umframt at vinnarin í hvørjum bólki fær 1.000 krónur.
- Hetta er gjørt fyri, at tað skal verða okkurt serligt til vinnaran. Og tað er ongin loyna, at hetta møguliga kann føra við sær, at kappingin verður sera hørð og harvið enn meiri spennandi, heldur Kristian Eli, sum at enda leggur afturat, at Klaksvíkar Róðrarfelag vónar, at rógvarar kring landið fara at taka væl undir við tí fyrstu innandura rógvikappingini av hesum slagi her á Føroya landi.