NSÍ piltarnir føroyameistarar

Áðrenn seinasta umfarið í meistarabólkinum varð leikt í dag, var støðan í oddinum at NSÍ hevði 33 stig, EB/Streymur 31 stig og HB 26 stig. Tískil varð greitt at bert NSÍ og EB/S høvdu møguleikan at gerast Føroyameistarar í piltadeildini 2009.

Seinsta leikumfarið var á Ovara Vølli í Gundadali og skuldu liðini leika tveir dystir í part. Fyrst leiktu piltarnir móti Víkingi og vunnu teir 2-1. Argasti kappingarneytin EB/Streymur spældi móti HB og taptu 2-1. Tá var greitt at NSÍ piltarnir vóru Føroyameistarar.

Seinna dystin taptu NSÍ piltarnir 6-3 móti EB/Streymi.

Endaliga støðan í meistarabólkinum fyri piltar 2009 gjørdist hendan:

1. NSÍ - 36 stig og gull

2. EB/Streymur - 34 stig og silvur

3. HB - 32 stig og bronsu

Samanlagt hava okkara piltar í undan og endakapping, leikt 28 dystir í ár. Teir hava vunnið 25 dystir, leikt 1 javnan og tapt 2 dystir. Samlaði málmunurin er 115 mál (138 vunnin og 19 tapt mál).

Hetta er annað árið á rað at NSÍ vinnur FM heitið í piltadeildini.