NSÍ trivaligan heimasigur

Fótbóltslagið hevur í alt summar verið gott í Runavík, og nú er tað ikki minni gott. Í dag hevur NSÍ vunnið 3-1 á heimavølli ímóti GÍ.

Óli Hansen legði við brotsspørkum NSÍ framum bæði 1-0 og 2-0, og Christian Høgni Jacobsen, sum spældi fyri fyrstu ferð, síðani hann flutti úr HB og aftur til barndómsfelagið, økti við rimmar langskoti um munin til 3-0.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki minkaði nýggi álopsspælarin hjá GÍ, Christian Lundberg, úr stuttari fjarstøðu um munin til 3-1.

Tað vóru málmøguleikar í báðum endum, eftir at GÍ hevði minkað um munin, men tað komu ikki fleiri mál.